Bergur A. Dalsgarð

Míni hjartamál til býráðsvalið eru:
- Bíligar leiguíbúðir til lesandi, lærlingar og stakar uppihaldarar
- Leiguíbúðir til barnafamiljur
- Eldraíbúðir
- Íbúðir til fólk við rørslutarni





Vit skulu TORA!

Vit skulu TORA!

Vit skulu TORA at satsa uppá eina lívsgóðskumentan.

Eina mentan, har ung og gomul koma saman.
Eina mentan, har barnagarðar og eldraheim liggja lið um lið.
Eina mentan, har ommur og abbar síggja ommu- og abbabørn síni hvønn einasta dag í vikuni.

Lívið er ríkt, og menniskjalig sambond skulu koma fram um teldur og tøkni.

Tøkniliga menningin gongur við rúkandi ferð. Hetta er bæði ein avbjóðing og eitt gylt høvi til at endurskoða allar okkara stóru skipanir.

Sjálvandi skal Tórshavnar kommuna eisini upp á vognin, tá tað kemur til gransking og íløgur í umhvørvið.

Vit skulu TORA at satsa stórt uppá tryggleikan.

Tryggleikan, sum fylgir við fjølbroyttum bústaðartilboðum.
Tryggleikan, sum liggur í einum sterkum búskapi.
Tryggleikan, sum kemur frá grønari orku.

Eftirkomarar okkara fara at takka okkum fyri, at vit valdu tryggleikan til og løtuvinningin frá.

Ein góð kommuna er ein kommuna, sum loftar teimum avbjóðingum, sum eru her og nú, men eisini dugir at hugsa nógv ár út í framtíðina.

Við javnaðarkvøðu

Bergur A. Dalsgarð