Eg búgvi í Hoyvík saman við manni og trimum børnum í aldrinum 15, 18 og 22 ár. Eg eri útbúgvin cand. pæd. í didaktik og arbeiði í løtuni við at fáa sett eina Remida miðstøð á stovn í kommununi, sum veitir endurnýtslu tilfar til stovnar og skúlar, at brúka í teirra arbeiði, og sum leggur eina umhvørvis vinarliga mentan inn, har kreativitetur verður hugsaður við. Eg havi tikið stig til samstarv ímillum stovnar, vinnu og kommununa, um at brúka endurnýtslu tilfar, og at arbeiða við felagsverkætlanum. Eg arbeiði sum varaleiðari á Dagstovninum á Velbastað og lesi Fíggjarbúskap á Glasir.
Eg ynski at fólk í Tórshavnar kommunu verða hoyrd, hava ávirkan, trívast og støðast. Tórshavnar kommuna skal verða eitt gott arbeiðspláss, og ein góður bústaður, har øll hava somu rættindi. Vit mugu hava góðar kommunalar tænastur og skipanir og raðfesta fyribyrging. Vinnumenning, mentan, gransking og útbúgving, kann gera at kommunan framhaldandi mennist og stendur seg í kappingini við onnur lond. Tað er fólkið ið rindar, tí skal skattapeningurin brúkast á ein skynsaman hátt og koma øllum tilgóðar. Eg ynski at ein heildarætlan verður gjørd, sum hugsar alt fólkið við.





Tey ungu skulu verða hoyrd

Tað skal verða gott at vera ungur í Tórshavnar kommunu.

Vit skulu ikki bert arbeiða fyri, at fáa fólk at flyta til Tórshavnar kommunu, tey sum eru her skulu eisini støðast og trívast.

Ungdómsráðið í Tórshavnar kommunu, skal verða tikið við í arbeiði, sum er um viðurskifti, tey eru partar av. Eitt virkið ungdómsráð, kann verða við til at tryggja eitt gott ungdómslív.

Ungdómurin skal hava møguleika fyri einum virknum og áhugaverdum ungdómslívið í Tórshavnar kommunu, ið ikki stendur aftanfyri tað, sum aðrir høvuðsstaðir hava at bjóða.

Tey ungu eru tey, sum føra kommununa víðari og frameftir, tí skulu vit raðfesta ung eins og allar aðrar borgarar í kommununi.

Ein skapandi kommuna, við møguleika fyri tiltøkum og mentan, er við til at skapa trivna og menning. Tað skal verða møguligt hjá ungum, at arbeiða við verkætlanum og tiltøkum, av alskyns slag.

Birita Arge

valevni fyri Framsókn.