Bergur A. Dalsgarð

Míni hjartamál til býráðsvalið eru:
- Bíligar leiguíbúðir til lesandi, lærlingar og stakar uppihaldarar
- Leiguíbúðir til barnafamiljur
- Eldraíbúðir
- Íbúðir til fólk við rørslutarni





Tankaeksperiment: 250 íbúðir um árið í Tórshavnar kommunu

Allir flokkar lova ein ávísan skattalætta, summir eitt prosent, aðrir tvey prosent.

Hvørt prosentstig av skattinum gevur 42,5 mió krónur í skattainntøkum.

Hvat nú, um flokkarnir tordu at seta 0,5 prosentstig av hesum av til at byggja íbúðir í staðin?

So hevur býráðið tvær avbjóðingar:
1: Býráðið má biðja Løgtingið um heimild at stovna ein íbúðargrunn
2: Býráðið má biðja Løgtingið um heimild til, at hesin íbúðargrunnur sleppur at taka lán

Á fastognamarknaðinum kann ein grunnur, sum veitir góða trygd, lána 10 ferðir ta upphædd, hann sjálvur kemur við.

Eitt hálvt prosentstig er tað sama sum knappar 21 mió krónur, ið merkir, at hesin grunnur kann læna góðar 200 mió krónur at byggja fyri.

Bústaðir hevur prógvað, at tað ber til at byggja dýrar íbúðir. Hesin íbúðargrunnur skal sjálvsagt fyrst og fremst byggja íbúðir, sum eru so mikið bíligar, at fólk hava ráð at gjalda leiguna. Millum 2400-4500 krónur, alt eftir støddini.

Um íbúðirnar verða bygdar í smáum lonum, ber til at byggja 10 íbúðir fyri 8 mió, tvs. at fyri 200 mió kunnu fáast 250 íbúðir.

Hetta er ein ímyndaður leistur, har tølini eru leysliga mett eftir besta førimuni, og har eg á ongan hátt havi tryggjað mær, at tað er politisk undirtøka.

Tá tað er sagt, so haldi eg, at hetta tankaeksperiment vísir, at dreymurin um hundraðtals íbúðir í einum valskeiði er als ikki ógjørligur at gera til veruleika!

Við javnaðarkvøðu

Bergur A. Dalsgarð, valevni Javnaðarfloksins í Tórshavnar kommunu