Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Øðrvísi ansingartilboð

Í Tórshavnar kommunu eiga vit at bjóða foreldrum, ið arbeiða skiftisvakt, at barn teirra verður ansað.

Skal kommunan bjóða øllum foreldrum ansingartilboð, mugu vit eisini hava í huga tey, ið arbeiða skiftisarbeiði – og í vikuskiftum.

Oftast verður heitt á ommur og abbar, ella onnur vaksin, at traðka til. Men tað eigur at bera til at skipa stovnstilboð eftir arbeiðstilboði.

Skipanin, at stovnur er opin í summarfrítíðini hjá skúlunum, lættir væl um hjá nógvum, ið ikki leggja sær frídagar sjálvi. Men nú eiga vit at fara eitt fet víðari.

Um Tórshavnar kommuna kannar tørvin og síðani letur ein stovn royna seg fyrst, fara vit heilt víst at síggja góðan trivna í hesum – bæði hjá barninum og teimum vaksnu.

Afturat tí, gevur hetta eisini fleiri arbeiðspláss til námsfrøðingarnar.

Við ynskjum um gott val.

Ymsar greinir í samband við kommunuvalið 2016:

Lat fólk keypa grundstykki nú!

Tórshavnar kommuna er ikki bert “Kontórshavn”!

Lítlan skattalætta?

Bygdarætlan?

Opinleiki

Svimjihylur og heitir pottar

Bátadráttur

Aktivitetshøll

Tyrlupallur

Set X við meg
ella lista E

Jákup av Skarði