Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Nýggja ferju, ella bíðja vit eftir Teistanum?

Hvussu nógv í løgtinginum ella landstýrinum, hava innlit í samferðsluni til Nólsoyar? Eg vildi ynskt, at onkur fólkavaldur setti seg í ein koyristól (altso bert sum eina roynd) og gjørdi ein túr til Nólsoyar. Ella kanska einir tríggir løgtingslimir fóru túr til Nólsoyar við barnavogni?

Hugsi ikki, at nakar tekur hetta fyri fult. Men eg meini tað allíkavæl!

Tað er undrunavert, at farleiðin til Nólsoyar verður “gloymd burtur”. Mong síggja út á fjørðin, bæði tá ið hann er spegilsblankur og tá ið aldurnar eru stórar. Men tá ið tú situr heitt og fjálgt á tjúkkari pengamappu í løgtinginum, verður ikki hugsað um, um næmingar og arbeiðsfólk sleppa av oynni – ella heim aftur.

Avloysara-skip
Upp í saman hevur verið víst á, at tað er út av lagi vánaligt at rokna Ternuna sum avloysaraskip. Tað er helst so, at SSL hevur tørv á einum eykaskipi, men Nólsoy hevur tørv á einum tryggum ferðasambandi – og tað er ikki við ymsum eykabátum! At vinna 5 minuttir um fjørðin er gott, teir dagar til ber at sigla við fullar ferð. Men um heysti kann roknast við at siglt verður ikki við fullari ferð. Vit mugu fyrst og fremst tryggjað okkum, at øll ferðafólk sleppa til og frá.

Farmaflutningur
Tað er stórur munur á, at farmur verður fluttur í oynna týsdag og hósdag umleið kl. 11, í mun til at vit hava vant okkum við at tað altíð ber til at taka eitt hampiliga stórt kolli við. Sam hevur opið dekk, so vøran, ið sett verður umborð, verður skolað undir í sjógvi.

Rottangatøming
22. september skuldu bilar koma úr Havn at tøma rottangar. Hetta hevði verið óført at fingið frá hondini áðrenn slakt, men gakk. Ternan fór á beding og har funnu teir útav, at eykalutir frá 1984 vóru ikki at skaffa. Nú hálvur oktober nærkast, eru bilarnir ikki slopnir til Nólsoyar enn og lítið sannlíkt er, at teir koma út fyrr enn í november.

Jósup
Fryntlig manning og góð tænasta hevur nógv at siga. Vit kunnu gleðast um, at avloysara-bátarnir altíð eru mannaðir við hugagóðum fólkum – og at lagt verður at heima í bygdini. Men komforturin hevur nógv at siga tvørturum Nólsoyarfjørð, bæði um tað eru 20 min við Ternuni, ella 15 min við onkrum minni báti. At Jósup við einum pennastrokið, ítøkiligt og við hond, broytti ferðafólkatalið til at loyvt er flyta 70 ferðafólk fram til 31. okt., er eitt sindur løgið, tá ið talið áður var 45 og tí at tað verður heldur trongligt, um øll skulu sita í salongini. Størri viðførið, súkklur og barnavognar kann ferðandi ikki seta innum – og tí stendur hetta á dekkinum til at verða skolað undir í sjógvi.

Løgmansrøðan

Í ískoytinum til løgmansrøðuna á ólavsøku 2016 hefti eg meg serliga við tvey brot.

Fyrra brotið:

“Samferðsluætlan. Eitt gott samferðslukervi er ein fyritreyt fyri menning og trivnaði í landinum. Farið verður undir at dagføra samferðsluætlanina, sum skal galda fyri 2016 – 2028. Endamálið er at geva politisku skipanini eitt fakligt grundarlag fyri at útbyggja samferðslukervið.”

Tað harmar meg almikið, at júst hendan samgongan strikaði nýggju ferjuna. Men samstundis kann staðfestast, at undanfarnu 2-3 samgongurnar hava havt sín møguleika at byggja nýggja ferju. So her eru øll eins lítið áhugað at tryggja farleiðina um Nólsoyarfjørð.

Seinna brotið:

“Avloysaraskip. Strandfaraskip landsins hava stóran tørv á einum avloysaraskipi (eykaskipi), soleiðis at stovnurin kann røkja sína flutningsskyldu til fulnar. Sum nú er, noyðist stovnurin at leiga avloysaraskip hvørja ferð, skip fara í dokk, ella okkurt skip er í ólagi. Stovnurin hevur størri frælsi at leggja virksemið til rættis, kann hava ein støðugari rakstur, og hækka tænastustigið við einum eykaskipi. Arbeitt verður við at finna eina loysn.”

Tað kann tíanverri staðfestast, at loysnirnar eru sera ymiskar! Eg ynski øðrum farleiðum bestu umstøður. Men eg haldi tað verða margháttligt, at so skjótt ein skrúva loysnar á Smyrli ella Teistanum, verður hóskandi ferja sett inn – meðan vit fáa alt ov lítlan bát, tá ið Ternan verður tikin upp til eftirlit! Hetta kann saktans skipast betri, um mynduleikarnir leggja nakað petti í hesa farleiðina!

Arbeiðsbólkurin er enn virkin – og vit standa klár at møta á fundi!

Jákup av Skarði