Rita inn við Facebook omanfyri, fyri at skriva og umsita greinar.







Kommunan vendi okkum bakið, tá ið á stóð

Í mars mánaði í ár, meðan fyrireikingarnar til árligu Umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar Kommunu vóru uppá tað heitasta, hendi ein stórur oljuleki í grannalagnum hjá okkum í miðbýnum í Havn. Undir oljuáfylling hjá grannanum gekk eitthvørt galið, og meiri enn 1500 litrar av olju lóku út í grannalagið. Okkara familja og trý onnur húski máttu flyta úr húsunum aðrastaðnis í býin at búgva. Vit vóru húsvill í fleiri mánaðir.

Oljufelagið, avvarandi tryggingarfelag, Tórshavnar Sløkkilið og umboð fyri Umhvørvisdeildina hjá Tórshavnar Kommunu tóku nakrar dagar seinni avgerð um at skola (!) hesar fleiri enn 1500 litrarnar av olju oman í miðbýin, undir handlar, sethús og oman á sjógv. Skolað varð í eini tvey samdøgur, men tá ið skolingin gjørdi, at olja floymdi út á kjallaragólvið hjá grannanum, varð avgerð tikin um at steðga við at skola.

Síðani hendi ikki meir, og øll hendan oljan fekk loyvi til at liggja í ein heilan mánaða í einum lumma í jørðini við oyðilagda tangan. Har lá hon so og seyraði spakuliga inn undir hús og oman í býin. Fleiri handlar, diskotek, barrir, hotell, Tjóðpallur og sethús høvdu stóran ampa av hesum.

Vit settu okkum í samband við kommununa og spurdu, um kommunan ikki kundi hjálpa til, eftirsum alt nú varð steðgað upp - vit vóru húsvill, og ongin gjørdi nakað við hendan umhvørvistrupulleikan. Men svarið frá leiðaranum fyri umhvørvisdeildini hjá kommununi var, at kommunan ikki fór at gera nakað við trupulleikan, tí lógarheimild var ikki til at gera inntriv í privatøki. Hetta var svarið, hóast veruligur vandi var fyri, at oljan kundi gera uppaftur størri skaða á økið í miðbýnum.

Sigast skal, at líknandi mál hava verið fyrr í kommununi, so myndugleikarnir hava havt møguleika at broyta lógina og mannagongdirnar áður. Men onki er gjørt, og tað var tað heldur ikki í hesum førinum. Tað er sjálvandi ikki nøkur umbering, tí sitandi borgarstjóri situr eisini á løgtingi, har lógirnar verða smíðaðar. Borgarstjórin hevur havt møguleika at seta fram lógaruppskot um broyting í umhvørvislógini í sambandi við oljudálking - men tað hevur hann ikki gjørt. Hann hevur ongantíð havt umhvørvið á sínum munni, hvørki í býráði ella løgtingi.

Sum støðan er nú, kunnu havnarborgarar lættliga koma í somu ólukkuligu støðu, sum okkara familja var fyrr í ár. Fer ein oljutangi at leka onkunstaðni í býnum, er ongin hjálp at heinta hjá kommununi - tað mugu fólk bara sjálv finna útav. Harafturat er tað føst mannagongd at skola oljuna, so hon spjaðir seg, heldur enn at taka hana upp, hóast talan er um fleiri tons av olju. Av hesum kann umhvørvisskaðin gerast nógv størri, enn gott er.

Tað, sum Heðin Mortensen kundi havt gjørt í hesum førinum, var at sýnt veruliga leiðslu - trinið fram og greitt havnarfólki frá, at ein stór umhvørvisdálking varð hend, at Tórshavnar Kommuna gjørdi alt í síni makt fyri, at skaðin ikki skuldi gerast enn størri, umframt at kommunan veitti teimum hjálp, sum vóru rakt av vanlukkuni. Somuleiðis kundi borgarstjórin gjørt greitt, at hann fór at leggja nógv fyri, at slíkt ikki skuldi henda aftur fyri aðrar borgarar í býnum. Men tað gjørdi borgarstjórin ikki.

Kæri havnarborgari. Hetta er ikki nakar partapolitiskur boðskapur, tí eg hoyri ikki til nakran politiskan flokk longur. Hetta snýr seg hinvegin um privata trygd og ábyrgd fyri umhvørvinum - og tað er serliga viðkomandi fyri teg, um tú ert húsaeigari og eisini vilt umhvørvinum tað gott. Um tú velur Heðin Mortensen ella okkurt valevni í hansara flokki, er vissa fyri, at hann kemur innaftur at sita sum borgarstjóri, og so verður støðan bara verandi, sum hon er. Hóast borgarstjórin hevur høvuðsábyrgdina í hesum máli, eru hinir samgonguflokkarnir í býráðnum ikki uttan ábyrgd. Mín vón er, at tú kanst seta tín kross við eitt valevni í onkrum øðrum flokki, sum fer at føra ein skilagóðan - og neyðugan - umhvørvispolitikk.

X við umhvørvið

Leivur Thomsen