Bergur A. Dalsgarð

Míni hjartamál til býráðsvalið eru:
- Bíligar leiguíbúðir til lesandi, lærlingar og stakar uppihaldarar
- Leiguíbúðir til barnafamiljur
- Eldraíbúðir
- Íbúðir til fólk við rørslutarni





Klippikort til tey eldru

Í Norra hava tey eldru tað, sum eitur “verdighets-garanti”. Tað sama finst í ávísum kommunum niðri, har tey eldru fáa eitt slag av klippikort, sum gevur tveir tímar av umsorgan, har borgarin sjálvur velur, hvat tíðin skal brúkast til.

Í royndarkoyringini í Københavns kommune vísti tað seg, at tað, sum teir eldru borgararnir ynsktu, var at ganga í handlum, fara ein túr í Tivoli, út at eta og gongutúrar. Eingin valdi at sleppa í bað eina eyka ferð.

Á heimasíðuni hjá FOA stendur ein frásøgn um ein 83 ára gamlan fyrrverandi prest, sum fekk eitt stórt ynski uppfylt við skipanini. Fyrrverandi presturin hevði stóran áhuga í søguni í býnum, og hann hevði lisið um eini hús í Nyhavn, har ein lítil standmynd stóð oman á portrinum til húsini, har ein sukurframleiðari búði fyrr í tíðini.

Ein vakran dag á heysti fóru hesin 83 ára gamli og heilsuhjálpari hansara – sum hann hevði havt í sjey ár – ein gongutúr í Nyhavn, har tey sóu henda vælsignaða “sukurmann”.

“Hon er sum send frá himni”, sigur fyrrverandi presturin, sum byrjaði at fáa áhuga fyri býnum, tá hann búði í Store Kannikestræde í Den Indre By, meðan hann las guðfrøði.

Hóast heilsan er ring, hevur tað stóran týdning fyri lívsgóðsku hansara at kunna røkja síni áhugamál.

Heilsuhjálparin viðmerkti til skipanina, at “tá skipanin við klippikort bleiv innførd, kundu vit endiliga gera túrin til veruleika. Tað var ein stór uppliving, at vit kundu gera tað, sum vit høvdu tosað so nógv um”.

Tað er heilt vist, at henda skipan er uppløgd at seta í verk í Føroyum. Heimahjálpirnar hava als ikki tíð til aðrar uppgávur enn tær, sum eru ásettar við lóg, og samstundis sita hundraðtals eldri borgarar heima hjá sær sjálvum hvønn dag við sera lítlari vitjan.

Vit mugu raðfesta tær heitu hendurnar og okkara eldru borgarar. Hetta er ein íløga, sum skapar ómetaliga nógva lívsgóðsku.


Við javnaðarkvøðu, Bergur A. Dalsgarð