Eg búgvi í Hoyvík saman við manni og trimum børnum í aldrinum 15, 18 og 22 ár. Eg eri útbúgvin cand. pæd. í didaktik og arbeiði í løtuni við at fáa sett eina Remida miðstøð á stovn í kommununi, sum veitir endurnýtslu tilfar til stovnar og skúlar, at brúka í teirra arbeiði, og sum leggur eina umhvørvis vinarliga mentan inn, har kreativitetur verður hugsaður við. Eg havi tikið stig til samstarv ímillum stovnar, vinnu og kommununa, um at brúka endurnýtslu tilfar, og at arbeiða við felagsverkætlanum. Eg arbeiði sum varaleiðari á Dagstovninum á Velbastað og lesi Fíggjarbúskap á Glasir.
Eg ynski at fólk í Tórshavnar kommunu verða hoyrd, hava ávirkan, trívast og støðast. Tórshavnar kommuna skal verða eitt gott arbeiðspláss, og ein góður bústaður, har øll hava somu rættindi. Vit mugu hava góðar kommunalar tænastur og skipanir og raðfesta fyribyrging. Vinnumenning, mentan, gransking og útbúgving, kann gera at kommunan framhaldandi mennist og stendur seg í kappingini við onnur lond. Tað er fólkið ið rindar, tí skal skattapeningurin brúkast á ein skynsaman hátt og koma øllum tilgóðar. Eg ynski at ein heildarætlan verður gjørd, sum hugsar alt fólkið við.





Ímeðan vit bíða

Er heiti á sending, ið vit javnan hava hoyrt í útvarpinum, men hetta heiti kunna fleiri seta í samband við Tórshavnar Kommunu.

Fyri langari tíð síðani, søkti eg býráðið um høli til endurnýtslutilfar. Tilfarið verður brúkt á stovnunum hjá Tórshavnar kommunu. Fleiri stovnar hjá kommununi hava í longri tíð arbeitt í felag um at avmarka burturkast. Hetta hava teir gjørt við felags endurnýtslu verkætlanum, sum eru framsýndar, soleiðis at onnur hava møguleika at síggja og uppliva møguleikan, at brúka endurnýtslu í tí námsfrøðiliga arbeiðnum.

Tá børnini brúka endurnýtslutilfar til at skapa úr, so eru tey við til at skapa eitt betur umhvørvi, har hugsa verður um, at varðveita okkara náttúru í góðum standi. Eisini gevur tilfarið børnunum ríkar møguleikar at mennast, til at hugsa nýtt og at skapa. Tey finna loysnir, gera sær royndir, kjakast og uppfinna. Tey eru aktiv, og búnast til aktivir luttakarar í einum fólkaræðisligum samfelag, og tey elska tað. Endurnýtslu tilfar er nógv meira spennandi hjá børnunum at arbeiða við, enn liðugt dýrt keypt tilfar. Tað sæst tíðligt hvussu hugflogið mennist og tilfarið broytist til bæði hús, bilar v.m.

Teir stovnarnir, sum hava luttikið í felagsendurnýtsluverkætlanum, hava vera sera glaðir um at hittast javnan til fundir, har teir hava ment verkætlanir í felag. Tað hevur verið rúm fyri reflektión, nýggj hugskot eru ment og er tað bæði mennandi og læruríkt fyri tey starvsfólkini sum luttaka.

Handlar og virkir í Tórshavnar kommunu, hava goymt tilfar sum annars fer burtur, soleiðis at vit kunna avheinta og brúka tað. Tað er víst vælvild og áhugi fyri at luttaka í arbeiðnum, um at verja okkara umhvørvið, og stuðla arbeiðnum við børnunum.

Fountainhúsið hevur luttikið, og hava brúkarar av húsinum, verið runt í býnum eftir tilfari. Tey hava sorterað, og gjørt tað klárt soleiðis at tað sær áhugavert út fyri børnini. Hetta arbeiði hava tey verið glað fyri at luttaka í, og gevur tað teimum eisini møguleika at hitta fólk og børn frá stovnum, sum koma at heinta tilfar.

Men vit hava brúk fyri einum høli, til tað tilfarið sum vit skulu brúka. Eisini skal tað verða møguligt hjá fleiri stovnum, skúlum v.m. at heinta tilfar, so at tey eru við til at verja okkara umhvørvi og luttaka í arbeiði og læring um eitt grønt umhvørvi.

Vit hava ætlanir um at fara undir okkara triðju felagsverkætlan nú, men vit bíða enn eftir einum høli frá kommununi. Kommunan sum eigur nógv høli og bygningar, hevur trupult við at játta eitt høli, til stovnarnar at goyma tilfar í. Kommunan sparir nógvan pening við at brúka endurnýtslu tilfar, hon er við til at verja umhvørvið, og hon tekur ábyrgd saman við øllum øðrum luttakarum, við at finna okkum eitt høli, soleiðis at vit kunna fara í gongd aftur.

Mín spurningur er, hvussu leingi skulu vit bíða? Hví stuðlar kommunan ikki tí góða arbeiðnum, sum fólk í kommununi sjálvboði gera? Og hví er tað soleiðis, at tá man ynskir eitt svar frá kommununi, so má man rykkja og rykkja uttan úrslit.

Birita Arge, Verkætlanarleiðari, Remida Føroyar