Eg búgvi í Hoyvík saman við manni og trimum børnum í aldrinum 15, 18 og 22 ár. Eg eri útbúgvin cand. pæd. í didaktik og arbeiði í løtuni við at fáa sett eina Remida miðstøð á stovn í kommununi, sum veitir endurnýtslu tilfar til stovnar og skúlar, at brúka í teirra arbeiði, og sum leggur eina umhvørvis vinarliga mentan inn, har kreativitetur verður hugsaður við. Eg havi tikið stig til samstarv ímillum stovnar, vinnu og kommununa, um at brúka endurnýtslu tilfar, og at arbeiða við felagsverkætlanum. Eg arbeiði sum varaleiðari á Dagstovninum á Velbastað og lesi Fíggjarbúskap á Glasir.
Eg ynski at fólk í Tórshavnar kommunu verða hoyrd, hava ávirkan, trívast og støðast. Tórshavnar kommuna skal verða eitt gott arbeiðspláss, og ein góður bústaður, har øll hava somu rættindi. Vit mugu hava góðar kommunalar tænastur og skipanir og raðfesta fyribyrging. Vinnumenning, mentan, gransking og útbúgving, kann gera at kommunan framhaldandi mennist og stendur seg í kappingini við onnur lond. Tað er fólkið ið rindar, tí skal skattapeningurin brúkast á ein skynsaman hátt og koma øllum tilgóðar. Eg ynski at ein heildarætlan verður gjørd, sum hugsar alt fólkið við.





Hvussu verður mentan til?

Mentanin verður til ímillum fólkið, og um tað er ávíst, ið vit ynskja broytt, ella sum vit ynskja sum okkara mentan, so er tað best at skapa nýggja mentan har sum børnini eru. Børnini vaksa upp við hesi mentan, og gerst hon ein vanligur partur av gerandisdegnum og okkara samfelag.

Míni ynskir eru:

at vit fáa eina umhvørvisvinarliga mentan, tí skulu vit hava grønar stovnar, har børnini gerast tilvitaði um týdningin av, at varðveita eina reina náttúru.

eina mentan, har tað sum verður koyrt í munnin, er væl umhugsa. Tí skulu vit raðfesta heilsugóðan kost har sum børnini eru.

eina mentan við tónleiki, sjónleiki, list v.m. sum økir um trivna, vekir skapanarhugin og fremur nýhugsan, tí skulu vit hava ríkar møguleikar fyri vitjan av listafólki, har sum børnini eru.

eina mentan har vit eru góð við okkara móðurmál, og hugsa um at tað hevur týdning, at tað føroyska málið verður ment, tí skulu vit raðfesta føroyskt tilfar.

eina mentan har vit hava tíð til at vera saman í einum felagsskapi, sum er góður fyri øll, tí mugu vit raðfesta trivna og tað tíðina, sum vit hava at vera nærverandi og saman í.

at fólk hava ávirkan, eru sjálvstøðugt hugsandi, seta spurnatekin og kenna síni rættindi, tí skulu øll kenna mannarættindasáttmálan.

Og ikki minst ynski eg dygd í teimum tænastunum sum kommunan bjóðar, tí mugu vit raðfesta pening til dygd.

Hvat ynskir tú?

Birita Arge

Valevni fyri Framsókn