Eg búgvi í Hoyvík saman við manni og trimum børnum í aldrinum 15, 18 og 22 ár. Eg eri útbúgvin cand. pæd. í didaktik og arbeiði í løtuni við at fáa sett eina Remida miðstøð á stovn í kommununi, sum veitir endurnýtslu tilfar til stovnar og skúlar, at brúka í teirra arbeiði, og sum leggur eina umhvørvis vinarliga mentan inn, har kreativitetur verður hugsaður við. Eg havi tikið stig til samstarv ímillum stovnar, vinnu og kommununa, um at brúka endurnýtslu tilfar, og at arbeiða við felagsverkætlanum. Eg arbeiði sum varaleiðari á Dagstovninum á Velbastað og lesi Fíggjarbúskap á Glasir.
Eg ynski at fólk í Tórshavnar kommunu verða hoyrd, hava ávirkan, trívast og støðast. Tórshavnar kommuna skal verða eitt gott arbeiðspláss, og ein góður bústaður, har øll hava somu rættindi. Vit mugu hava góðar kommunalar tænastur og skipanir og raðfesta fyribyrging. Vinnumenning, mentan, gransking og útbúgving, kann gera at kommunan framhaldandi mennist og stendur seg í kappingini við onnur lond. Tað er fólkið ið rindar, tí skal skattapeningurin brúkast á ein skynsaman hátt og koma øllum tilgóðar. Eg ynski at ein heildarætlan verður gjørd, sum hugsar alt fólkið við.





Føroyskt tilfar til børn og ung

Vit skulu raðfesta meira føroyskt tilfar til børn og ung. Nógv verður týtt til føroyskt. Men vit kalla okkum føroyingar, og vit hava eina føroyska mentan. Hesa mentanina skulu vit síggja aftur í teimum bókum og øðrum tilfari, sum børn og ung brúka.


Skulu vit skapa nýggja mentan, skulu vit byrja, tá ið børnini eru smá. Tí skulu vit raðfesta føroyskt framleitt tilfar til børn og ung.

Tað er brúk fyri spennandi tilfari, sum svarar til áhuga og førleikar hjá børnunum. Umframt bøkur finnast nógvir ymiskir spennandi og stuttligir hættir at læra. Millum annað fangar filmur børnini, og tað riggar í undirvísing. Eisini spøl á føroyskum máli og um føroyskt er spennandi háttur hjá børnunum at læra bæði eitt og annað.

Vit skulu skapa okkara egna tilfar vi
ð tí mentanini, sum vit hava í okkara samfelag. Hetta kann eisini gerast nýggjur vinnuvegur og skapa arbeiðspláss. Hetta krevur, at vit hugsa meira um, hvat tað er, sum skal lærast.

Vit skulu seta okkum spurningin, hvussu vit vilja hava okkara samfelag og mentan at verða, hvat er gott og týdningarmikið at læra, hvat er áhugavert fyri børnini. Og síðani gera vit tilfar, sum svarar til tað. Framsókn hevur raðfest pening til føroyskt framleitt tilfar til børn og ung.

Birita Arge
Valevni fyri Framsókn