Eg búgvi í Hoyvík saman við manni og trimum børnum í aldrinum 15, 18 og 22 ár. Eg eri útbúgvin cand. pæd. í didaktik og arbeiði í løtuni við at fáa sett eina Remida miðstøð á stovn í kommununi, sum veitir endurnýtslu tilfar til stovnar og skúlar, at brúka í teirra arbeiði, og sum leggur eina umhvørvis vinarliga mentan inn, har kreativitetur verður hugsaður við. Eg havi tikið stig til samstarv ímillum stovnar, vinnu og kommununa, um at brúka endurnýtslu tilfar, og at arbeiða við felagsverkætlanum. Eg arbeiði sum varaleiðari á Dagstovninum á Velbastað og lesi Fíggjarbúskap á Glasir.
Eg ynski at fólk í Tórshavnar kommunu verða hoyrd, hava ávirkan, trívast og støðast. Tórshavnar kommuna skal verða eitt gott arbeiðspláss, og ein góður bústaður, har øll hava somu rættindi. Vit mugu hava góðar kommunalar tænastur og skipanir og raðfesta fyribyrging. Vinnumenning, mentan, gransking og útbúgving, kann gera at kommunan framhaldandi mennist og stendur seg í kappingini við onnur lond. Tað er fólkið ið rindar, tí skal skattapeningurin brúkast á ein skynsaman hátt og koma øllum tilgóðar. Eg ynski at ein heildarætlan verður gjørd, sum hugsar alt fólkið við.





Eitt skeiklað samfelag

Nýggjastu kanningarnar hjá Alamannverkinum og Pedagogfelagnum vísa at arbeiðsumhvørvið ikki er nóg gott.

Hví eru tað so nógv fólk sum ikki trívast? Hvat er tað sum er trupulleikin?

Nógv fólk liva við strongd, tey hava tað trupult og tað hevur ávirkan á arbeiðsplássi, tey sum eru rundanum hesi fólkini og teirra børn. Tey gerast partar av einum trupulleika, sum vit mugu gera nakað við.

Tað stendur væl til í Tórshavnar kommunu, var yvirskriftin á Portalinum. Útsøgnin var grundað á, at kommunan eigur nokk av peningi. Nei tað stendur ikki væl til í Tórshavnar kommunu, tá fólkið í býr her, ikki hevur tað nóg gott.

Hvar eru tey menniskjaligu virðini í okkara samfelag? Og er tað tað einasta sum skal til fyri at tað skal ganga gott í Tórshavnar kommunu, at vit kunnu keypa tað sum vit ynskja okkum?

Tað eru nakrar broytingar sum mugu gerast, fyri at kósin skal broytast. Vit skulu ikki hava eitt sjúkt samfelag, men eitt sunt samfelag har fólk trívast og hava tað gott, tí kunna vit ikki bert hugsa um pening til at byggja og keypa ting fyri. Vit mugu raðfesta pening til at skapa góðar karmar til, at fólk trívast og hava tað gott. Vit kunna ikki skúgva trupulleikan til viks og koyra ahead við fulldrøn á kassan, uttan at hyggja hvørki til høgru ella vinstru. Vit mugu hyggja útum okkum sjálvi, og at teimum sum vit hava rundan um okkum, og gera nakað við teir trupulleikarnar, sum vit hava í okkara samfelag.

Góð planlegging skal til, planlegging av umstøðum, sum skapa trivna bæði á arbeiðsplássum og fyri øll. Vit skulu fyribyrgja og skapa góð umhvørvi at vera í, og tað má arbeiðast við at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi, soleiðis at vit fyribyrgja strongd, sjúku v.m. vit skulu heldur vera fyrivarin enn eftirsnarin.

Birita Arge

Valevni fyri Framsókn.