Bjarni Kárason Petersen gjørdist valevni fyri Framsókn til løgtingsvalið 2015, og var við 135 atkvøðum valdur til varðamann fyri flokkin. Hann er føddur í 1994, og búsitandi í Havn.
Hann hevur lokið students- og handilsskúlaprógv, og lesur í løtuni bachelor í politik og umsiting á Aalborg Universitet.

Bjarni hevur var formaður fyri ungmannafelagnum hjá Framsókn- Framsøkin Ung - frá august 2014 til juni 2016, men er enn virkin í felagnum.

Hann er ein frælsislyntur, og raðfestur frælsi fyri tí einstaka.

Persónligt, tjóðskaparligt og vinnuligt frælsi er grundarlagið undir politisku áskoðanina, og frælsi er grundarlagið undir hansara persónligu heimsmynd.

Tað er Bjarnasa sterkasta sannføring, at eitt frælst fólk, ein fræls tjóð og ein fræls vinna er vegurin fram fyri at tryggja vælferð og vøkstur í Føroyum.





DRAMAPOLITISK AVSKEPLAN Í KOMMUNALA VALSTRÍÐNUM

Man skal liva undir einum steini, um man ikki hevur fingið við, at onkur dulnevndur propagandistur hevur roynt at framt karaktermorð mótvegis núverandi býráðsmonarkinum, Heðin "talk of the day" Mortensen, og hansara javnaðarstarvsfelagar. Hetta er heitasta kjakið í løtuni, og eisini tað mest lisna evnið í digitalu miðlunum. Tað er sjálvandi undir alt lágmark, at føra valstríð á slíkan hátt, og í einum samfelagið, har talufrælsi er so hávirt, má man eisini eftirfylgjandi minna seg sjálvan á, at talufrælsi kemur við ábyrgd.

Men hvussu er og ikki, so er ábyrgdin av propagandablaðnum vorðin ein kastibløka, sum ongin vil kennast við allíkaval. Og kommunuvalið er um 4 dagar. Vit hava sostatt 4 dagar at hugsa okkum um, áðrenn vit seta krossin til, hvør skal taka avgerðir í tí kommununi, sum vit nú einaferð búgva í.

Hetta stuntið fyllir ov nógv, tá ið tað er so stutt upp undir val, og man kann gera analysur og prognosur um, hvørs hetta var viðvindur ella mótvindur fyri Javnaðarflokkinum. Men latið ikki miðlarnir distrahera tykkum frá, hvat hevur týdning!

Tað er neyðugt at flyta fokus! Almenna orðaskifti eigur heldur at snúgva seg um, hvat tað einstaka valevni og teir ymisku flokkarnir vilja fremja tey komandi 4 árini. Bert í Tórshavnar Kommunu er talan um slakar 3.6 milliardir komandi 4 árini, og tað er ymiskt frá flokki til flokki, hvussu tær skulu raðfestast. Tí mugu vit hugsavna okkum um politikk, heldur enn politiskt drama.

Kjakið sum er sprottið úr hesum tilburðinum er sjálvandi eitt umráðandi kjak at hava. Men tá ið 4 dagar eru eftir til kommunuvalið, tá haldi eg, at man líka má traðka eitt fet aftur, og minnast hvat er umráðandi at hava í huga, tá ið so stutt tíð er eftir, til krossurin skal setast. Hetta kjakið kann koma seinni.

Persónliga – og tað er neyvan nøkur loyna – stuðli eg Framsókn til kommunuvalið. Listin er ein hópur av góðum fólki, ið øll ynskja tað besta fyri kommununar tey stilla upp til.

Tí vil eg heita á fólk um at leggja sína orku í at lesa um politikkin hjá teimum einstøku flokkunum. Kannað eftir, hvørjar ætlanir teir hava, og hygg so eftir, hvat umboð umboðar best tíni sjónarmið.

Gott Val!