Átrokandi bústaðartørvur

Vælkomin til Tórshavnar kommunu

Fólkatalið í Føroyum er vaksandi, og tað er sera gleðiligt, tí vit ynskja jú, at okkara útisetar flyta heim, og at vit verða fleiri at byggja land. Tey eru nógv, ið vilja seta búgv í Tórshavnar kommunu, og tað fegnast vit somuleiðis um, tí vit hava brúk fyri teimum. Men tey hava eisini brúk fyri onkrum at flyta heima til. Hvar skulu tey búgva?

Eru tey heppin, so hava tey møguleika at leiga eina kjallaraíbúð í eitt ávíst tíðarskeið. Men, hetta er í flestu førum ein fyribils loysn, og tað eru ikki øll, ið eru so heppin, at tey kenna onkran, ið hevur eina tøka íbúð. Sum nú er, kunnu útisetar ikki skriva seg upp á ein biðilista til eitt grundstykki, tí til tað krevst, at tú ert búsitandi í kommununi, og tað er ein andsøgn í sjálvum sær.

Fleiri útstykkingar

Bíðilistin til grundstykki í Tórshavnar kommunu er langur, og tá alsamt fleiri fólk flyta til kommununa, gerst hann bara longri. Ti er sera umráðandi, at fleiri útstykkingar verða gjørdar fyri at nøkta bústaðartørvin.

Leiguíbúðir

Hóast tað eru nógv, ið vilja seta føtur undir egið borð, so er eisini tørvur á leiguíbúðum. Ung fólk og stakir uppihaldarar hava kanska ikki ráð til eitt stórt húsalán, serliga við teimum húsaprísunum, ið nú eru. Og tað er eisini dýrt at keypa eina íbúð, so tí hava nógv tørv á at kunnu leiga eina íbúð. Sum nú er, er tað sera torført at finna eina leiguíbúð, og húsaleigan er í flestu førum sera høg.

Tí eigur eitt komandi býráð eisini at virka soleiðis fyri, at íbúðarbygningar, har fólk kunnu leiga eina íbúð til ein sámuligan prís, verða veruleiki. Ein annar møguleiki eru tær sokallaðu lutaíbúðirnar, har tú keypur ein lut í íbúðini.

Lestraríbúðir

Kommunuskúlin verður í løtuni gjørdur um til lestraríbúðir, og tað gleðir meg at frætta, at arkitektarnir hava lagt stóra orku í at varðveita bygningin soleiðis, at eyðkennini hjá Kommunuskúlanum síggjast aftur. Havi starvast sum lærari í Kommunuskúlanum síðani loknan lestur í 2006, so eg havi eitt heilt serligt tilknýti til hendan søguliga bygning. Tá nú ov lítil politiskur vilji var til at varðveita Kommunuskúlan sum miðbýarskúla, er tað hóast alt at frøast um, at tað eru ung fólk, sum fara at flyta inn í bygningin, og sostatt skapa lív í miðbýin.

Men tørvur er á enn fleiri lestraríbúðum, so vit mugu ikki steðga her. Og vit skulu eisini tora at hugsa meira øðrvísi og alternativt. Tað letur upp fyri fleiri møguleikum.

Sum størsta kommuna í landinum hevur Tórshavnar kommuna sostatt stórar avbjóðingar fyri framman. Tí er tað sera umráðandi, at eitt komandi býráð tekur átrokandi bústaðartørvin í størsta álvara. Hetta krevur íløgur, og ávaringar um ein ovurhitaðan búskap og eina byggivinnu, ið ikki megnar at fylgja við, gera ikki hesa avbjóðing lættari. Men við skynsamari fíggjarstýring og langtíðar ætlanum fram um bráðfeingi og lappaloysnir, eigur hatta at kunna bera til.

Latið okkum hava eina høvuðsstaðarkommunu, ið setir borgaran í miðdepilin!

Malan Eyðunsdóttir

Valevni á lista E