Bergur A. Dalsgarð

Míni hjartamál til býráðsvalið eru:
- Bíligar leiguíbúðir til lesandi, lærlingar og stakar uppihaldarar
- Leiguíbúðir til barnafamiljur
- Eldraíbúðir
- Íbúðir til fólk við rørslutarni





Akuttur tørvur á leiguíbúðum

 

Eftirspurningurin eftir bústaðum hevur ongantíð í mínari tíð kenst so stórur, sum hann kennist í dag. Øll kenna onkran, sum leitar eftir einum staði at búgva.

Hvussu gjarna vit so vilja hjálpa teimum, vit eru góð við, so hanga bústaðir ikki á trøunum - men tá tað kann loysa seg í einum landi at byggja nýggj sethús og brúka leiguinntøkuna til at rinda lánið við, so er okkurt heilt galið! Í løtuni er marknaðarprísurin á eini lítlari íbúð 6-8000 krónur og hægri, men hóast prísurin er so høgur, standa fólk í kø eftir at sleppa at sleppa at rinda hesar ovurstóru leiguprísirnar.

"Ungt par leitar eftir íbúð"
"Stakur pápi leitar eftir íbúð"
"Lesandi leitar eftir íbúð"

Tann akutti tørvurin er á íbúðir við einum leigukostnaði, sum vanligi arbeiðarin hevur ráð at rinda. Hetta eru í flestu førum menniskju, sum ikki hava ráð at rinda verandi høga leigukostnað, og tí eru noydd at antin dúga uppá vælvild frá sínum nærmastu, ella verða slept á fjall og útihýst sum borgarar í kommununi.

Tað ringasta, ein kommuna kann fáa á seg, er at vera ein luksuskommuna, sum gevur teimum, sum hava, mest, og sum ikki loftar teimum, sum hava tørv á at verða loftaði. Kommunan hevur bæði eina politiska og moralska skyldu at taka ábyrgd fyri, at hesir samfelagsbólkar ongantíð standa uttan tak yvir høvdið.

"Ung barnafamilja leitar eftir íbúð"

Fáa hesar familjur bústað í Havn, er tað ein beinleiðis vinningur fyri báðar partar. Familjan fær eina kommunu við hægsta barnafrádrátti í landinum, fríplássi aftaná fyrsta barni, og einum av lægstu skattaprosentunum av øllum kommunun.

Kommunan fær skattainntøkur, virknar borgarar, og børnini, sum eru framtíðar borgarar í kommununi.

Tørvurin á hesum íbúðum er ikki akuttur, tí talan í nógvum førum er um ressursusterkar familjur, sum nokk skulu klára seg - men um kommunan einki ger, enda vit øll við at missa, tí barnafamiljur eru mergurin í einum góðum samfelagi.

"Grundleggjandi tænastur krevja politiskt arbeiðsfýsni"

Tak yvir høvdið er nakað tað mest grundleggjandi, fólk hava rætt til. Tað er líka grundleggjandi sum tað, at vit mugu hava atgongd til reint drekkivatn, og tað merkir, at ábyrgdin fyri at diversifisera (fjølbroyta?) bústaðarmarknaðin, so hann eisini rúmar teimum, ið antin ikki kunnu ella ikki vilja taka húsalán, er politisk.

Verði eg valdur í býráðið, vil eg arbeiða fyri, at kommunan tekur beinleiðis og óbeinleiðis ábyrgd fyri at byggja leiguíbúðir.

Beinleiðis, við at leggja pengar beint í íbúðarbygging. Óbeinleiðis, við at samstarva við landið og tað privata, tá tað kemur til íbúðir, ið nøkta tann akutta tørvin.

Við javnaðarkvøðu
Bergur A. Dalsgarð, valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Havn